Ársins fyrstuhjálpari finnast

Reyðikrossur: Veitst tú um onkran, sum á ein serligan hátt hevur givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp í farna ári? Og heldur tú, at viðkomandi eigur at verða heiðraður fyri hetta, so ber til at venda sær til Reyða Kross við eini áheitan um hetta.

Felagsskapurin skipar nevniliga aftur í ár fyri tiltakinum, sum tey kalla "Ársins Fyrstahjálpari 2005". Tann sum verður kosin hetta fær í fyrsta lagi eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi, og í øðrum lagi eina peningagávu, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur.
- Endamálið er ikki einans at tilnevna henda fyrstuhjálparan. Men vit ynskja eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast, sigur Reyði Krossur.
Møguleiki er her hjá einstaklingum, virkjum, stovnum, løgregluni og bjargingarfeløgum at lata inn uppskot til nevndina í Reyða Krossi at taka støðu til.
Freistin at senda inn uppskot er úti 31. januar, og verður vinnarin tilnevndur hin 14. februar.