Fyrstahjálp
Reyði Krossur Føroya skipar fyri vali av ársins fyrstahjálpara 2001. Uppskot til valið kunnu sendast Reyða Krossi, sum so viðgerð tey og ger av, hvør verður valdur til ársins fyrstahjálpara.
Reyði Krossur Føroya sigur í tíðindaskrivi, at umframt heiðurin at vera ársins fyrstahjálpari, fær tann, sum valdur verður, eisini eina peningagávu upp á 3.000,- krónur, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur.
Tann, sum valdur verður, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp, sigur Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivinum.
Umframt at geva eina viðurkenning er endamálið við valinum eisini at stuðla øðrum í at halda seg til at gerast fyrstahjálparar og á tann hátt at vera við til at bjarga mannalívum.
Serligt oyðublað, til at gera innstillingar á, er sent politistøðunum kring landið og fæst eisini frá skrivstovuni hjá Reyða Krossi Føroya.
Men tíðin er stutt, tí longu 31. januar skulu uppskot til ársins fyrstahjálpara vera send Reyða Krossi Føroya.
Kunngjørt verður tann 19. februar, hvør er ársins fyrstahjálpari. Hetta er sama dag, sum Dansk Røde Kors kunngerð sítt val í Danmark, sigur Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivinum.
ej










