Reyði Krossur Føroya hevur sóknast eftir evnum at heiðra sum Ársins Fyrstahjálpara 2011
Hesaferð eru seks uppskot komin inn. Trý av hesum eru tilnevnd og verður tað avdúkað mánadagin, hvør Ársins Fyrstahjálpari 2011 er.
Tann, sum verður kosin Ársins Fyrstahjálpari 2011 fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.
Tey, sum eru í uppskoti, skulu í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
Fyri ári 201, eru uppskot komin inn um bæði einstaklinga avrik, og bólka avrik. Øll avrikini eru æruverd, og eiga hesi fólkini lívi í teimum, tey hava hjálpt.
Endamálið er ikki einans at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara 2011, men eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast, sigur Reyði Krossur Føroya.
Øll eru vælkomin í húsini hjá Reyða Krossi Føroya á Bryggjubakka 10 í Tórshavn, mánadagin klokkan 15 at heiðra tey 3 tilnevndu og harvið eisini Ársins Fyrstahjálpara 2011.