- Eg lovi, at tað verður árins brak.
Svein Rógvi Ljósstein, venjari hjá Stjørnuni, er avgjørdur. Klaksvíkskvinnur fara at endurvinna føroyameistaraheitið í dag.
- Eg vænti ein grótharðan dyst. Liðini fara at spæla hart. Tað ger einki, um Hondbóltssambandið setir 18 ára aldursmark, sigur venjarin hjá Stjørnuni. Hann leggur afturat, at eitt av uppleggunum hjá Stjørnuni er at mansverja Barbaru Brauer.
Jacklin Durhuus var besti spælarin hjá Neistanum í fyrra finaludystinum, sum Stjørnan vann 22-21.
- Vit skulu hava meira bit í álopsspæli. Vónandi lærdu vit so mikið av fyrsta dystinum, at vit hava ikki nervar í dag, sigur hon.
Seinni finaludysturin um føroyameistaraheitið millum Stjørnuna og Neistan byjrar klokkan 14.30 í KÍ-høllini.










