Ársfundurin hjá Ferðslutrygd 2008

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði ársfund hósdagin 3. apríl. Eini 45 fólk møttu til fundin, ið varð hildin á Hotel Føroyum. Sjálvur ársfundurin var fyrrapart, meðan seinnaparturin var settur av til tríggjar fyrilestrar um kommunalar ferðslutrygdarætlanir.

Á ársfundinum var nevndarval á skránni. Kári Thorsteinsson varð valdur til næstformann fyri Høgna Djurhuus, ið valdi at takka fyri seg á hesum sinni. Petur Elias Petersen varð nývaldur nevndarlimur. Hann kom inn fyri Duritu Bjellvåg, ið bar seg undan afturvali. Hinir báðir nevndarlimirnir, Hervør Hergudóttir og Finnleif Durhuus, vóru afturvaldir.

Til varalimir vórðu Sólfríð Fjallsbak, Jan Fossaberg og Árni Jacobsen vald.


Høgni í Stórustovu, formaður, og Sølvi R. Hansen, stjóri, greiddu frá virkseminum í farna árið. Heini Eysturoy frá Landsverki greiddi frá arbeiðinum at ferðslutryggja vegin gjøgnum Sandavág og Miðvág. Gunn H. Møller frá LBF greiddi frá arbeiðinum við at gera eina ætlan fyri Tvøroyri. Og at enda greiddi Britt-Mona Vang úr Karmøy frá arbeiðinum við 0-hugsjónsverkætlanini har. Teir tríggir fyrilestrarhaldararnir løgdu dent á hvør síni viðurskifti í arbeiðinum at orða kommunalar ætlanir.