Gott reinføri hjálpir ímóti RS-virus

RS-virus er eitt forkølilsis-virus, sum serliga smábørn kunnu gerast illa sjúk av.

 

 

Miðskeiðis í september mælti Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, til, at allir mammubólkar hava steðg í tvær vikur, nú RS-virus gongur.

 

Stovnurin mælti til, at bólkar við børnum, sum eru eldri enn seks mánaðar, kunnu byrja aftur um tvær vikur.

 

Hinvegin mælir Gigni nú til, at mammubólkar við børnum yngri enn seks mánaðir bíða eina viku aftrat, áðrenn foreldur og børn møtast. 

 

- RS-virus er eitt forkølilsis-virus, sum serliga smábørn kunnu gerast illa sjúk av. Sjúkan trívist serliga í umhvørvum, har nógv børn eru saman.

 

Gigni vísir á, at RS-virus smittar við hosta og við vætu úr nøsini.

 

- Tí er tað av alstórum týdningi við góðum hondreinføri - at vaska sær væl um hendurnar, eitt nú, tá tú hevur turkað nøsina á einum barni.

 

Eisini mælir Gigni til, at fólk, sum vilja hosta, hosta og njósa í ermuna. 

 

At vaska hendur er besta verjan móti smittu. Tí verður staðiliga mælt til gott handreinføri.

 

Gigni sigur, at hóast tað serliga eru børn, sum kunnu fáa RS-virus, vísir stovnurin á, at vaksin kunnu eisini gerast smittað. RS-virus gongur enn, og tað eru nógv børn, sum eru sjúk.

 

- Tað hevur tí stóran týdning, at bæði børn og vaksin er frísk - ikki hosta og ikki hava sjúkueyðkennir, tá tey koma í mammubólk, verður lagt aftrat.