Í morgun beyð Fólkaheilsuráðið til stórt hátíðarhald í Badmintonhøllini í Klaksvík, har allir næmingarnir í skúlanum vórðu boðnir við at heiðrað 5. A sum vann skúlanum heiðurin ”Ársins roykfríi skúli”. Til tiltakið spældu Danny and the Weetos.
Ársins roykfríi skúli er í ár á Skúlatrøð í Klaksvík, og tað er 5. a í samanlagdi skúlanum í á Skúlatrøð, sum vann kappingina.
72 flokkar tóku lut í kappingini, harav 52 av teimum luku treytirnar at vera roykfríur skúli. Vinningurin var ein konsert við Danny & the Veetos.
Talan gjørdist eisini um nýtt met í luttakarum. Gamla metið var frá 2013, tá 55 flokkar luttóku, og 49 flokkar kláraðu at vera roykfríir.
So rómurin var stórur í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgun, har børnini sungu væl við. Manningin á Danny and the Weetos heitti á næmingarnar um at syngja væl við – eisini á lærarnar og eisini Bergur, rópti Páll (sonur Bergur Joensen).
Orð og myndir: Dávur Winther.