Soleiðis ljóða boðini frá Djóraverndarfelagnum, sum als einki heldur um, at fólk eru boðin til Árnafjarðar í morgin, at hyggja eftir hesum sjáldsama gesti. -Føroyingar hava altíð dugað sera væl at geva djórunum frið, tá tey hava tørv á tí. Tí er tað undrunarvert, at roysningurin ikki kann fáa frið, nú hann leitar sær til Árnafjarðar at hvíla, sigur Rúni Nielsen, nevndarlimur í Djóraverndarfelagnum.
Roysningurin hevur verið í Árnafirði í umleið eina viku, og áhugin fyri hesum sjáldsama gesti hevur verið stórur. Tí eru fólk í morgin boðin til Árnafjarðar, har tey fáa kaffi og køkur, og samstundis fáa høvið at síggja roysningin.
Hetta hóvar als ikki Djóraverndarfelagnum, sum heldur, at hetta kann elva til álvarsom frávik í vanligu mannagongdunum hjá roysninginum, sum skal hvíla ávís tíðarskeið av degnum, og hetta fær hann ikki møguleikan til, um fólk ferðast kring hann.
-Roysningur ræðist fólk, og luktar tey frá longum avstandi. Tí vilja vit mæla fólki til at halda seg langt frá roysninginum, soleiðis at hann fær hvílt, sigur Rúni Nielsen.