Roysningurin mist sendaran

Ímeðan roysningurin lá og rembdi sær undir einum neysti við Garðabrúgv í Vági leygardagin 8. Juni, datt sendarin av. Allarhelst hevur sendarin heft í okkurt.

Tað sigur Føroya Náttúrugripasavn.

Tíbetur fann ein maður sendaran og hevur latið Náttúrugripasavninum hann. Sendarin er nakað viðtikin, eftir at hava sitið á roysninginum í 80 dagar, men riggar annars sum hann skal.

Roysningurin kom upp á land í Dali sunnudagin 9. Juni. Roynt var tá at merkja roysningin umaftur, við nýggjum sendara. Men royndin miseydnaðist, tá oddurin og flíggið, ið skal halda sendaranum uppá pláss, ikki trongdi nóg langt inn um húðina. Úrslitið var, at sendarin datt av aftur, ímeðan roysningurin lá og hvíldi seg á mølini í Dali. Men tá roysningurin so fór á sjógv aftur, og legði leiðina út av víkini, nakað eftir døgurða mánadagin, var sendarin afturfunnin ímillum grótið.

Dagarnar áðrenn roysningurin kom á land í Vági, hevði hann ferðast norðanfyri og vestanfyri oyggjarnar. Fyrst var hann 75 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykines, og so 40 fjórðingar vestur úr Suðuroynni. Nú ferðast roysning meira og fer javnan longri túrar langt úr landi og út á stór dýpi.

Spennandi verður, nú eingin sendari er at boða frá hvar roysninginum er, at vita um hann kemur á land aftur onkra aðrastaðni í Føroyum? Um so var, so hevði verið gott um Náttúrugripasavnið fekk boð, so møguligt verður at merkja roysningin aftur.