Roynist hampiligt við troli og gørnum

Seks trolbátar eru til fiskiskap, og væntandi koma tríggir inn at landa mánadagin - og hinir seinni í vikuni.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll fiska upsa uttan tvey sum fiska gulllaks. Fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at bert tveir eru til fiskiskap. Teir fiska upsa og koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Seks trolbátar eru til fiskiskap. Tríggir eru á landleiðini, og tríggir eru norðanfyri. Ein av landleiðini og tveir norðan fyri koma inn at landa mánadagin. Hinir koma seinni í vikuni.

 

Sagt verður, at trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu reyðsprøku, tungu, havtasku og so eitt sindur av upsa.

 

- Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva. Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur seinni í vikuni. Fiskiskapurin hevur verið smáligur, men nú sær betri út.

 

Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip eisini fiskar havtasku og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.