36 ára gamli Vilhjálmur Alvar Þórarinsson úr Íslandi skal døma dystin í øðrum undankappingarumfari í Europa League millum B36 og TNS New Saints úr Wales.
Dysturin verður leiktur á Tórsvølli mikukvøldið klokkan 19.
FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.
Til ber at hoyra FM1 HER
Vilhjálmur Alvar Þórarinsson er ein royndur dómari, ið hevur dømt dystir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini síðani 2009.
Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur higartil dømt 37 altjóða dystir.
Dysturin millum B36 og TNS New Saints verður 12. dysturin Vilhjálmur Alvar Þórarinsson dømir í Europa League høpi.
B36 Tórshavn (FRO) - The New Saints FC (WAL)
Høvuðsdómari: Vilhjálmur Alvar Þórarinsson (ISL)
Hjálpardómari 1: Gylfi Már Sigurðsson (ISL)
Hjálpardómari 2: Birkir Sigurðarson (ISL)
4. dómari: Helgi Mikael Jónasson (ISL)
UEFA Dómaraeygleiðari: Uno Tutk (EST)
UEFA Umboðsmaður: Bert Andersson (SWE)