Royndur danskur trubadurur í Café Natúr

Danski sangarin og sangskrivarin David Skydsgaard fer frá í annað kvøld hóskvøldið og fram til og við sunnukvøldinum at undirhalda á Café Natúr.

Skydsgaard er royndur trubadurur og hevur altíð skriva og spælt løg. Hann hevur arbeitt innan nógvar ymiskar tónleikagreinar, m.a. harðan rokkónleik, akkustiskan fólkatónleik, blústónlei og sum einmannsbólkur í einum sirkusi. Seinastu 15 árini hevur hann liva av tónleikinum, sum einstaklingur og í ymiskum bólkum. Nú gongur leiðin til Føroyar, har Café Natúr leggur pall til hansara.