Nøgdin av tunfiski, ið er landað sum hjáveiða í Norðurjútskum havnum, er í seinastuni økt munandi. Men, herfyri mundu nakrir svenskir fiskimenn komið í trupulleikar við myndugleikarnar.
Veiðan eftir tunfiski er ikki loyvd, men tað er ikki ólógligt at hava tunfisk við til lands og selja hann á marknaðinum. Men, tá veiðan bara er tunfiskur kann tað gerast ein trupulleiki.
Hetta hendi á uppboðssøluni í Hirtshals herfyri. Tað vóru svenskir fiskimenn, sum royndu eftir sild, ið onga sild fingu á túrinum, men "bara" tveir tunfiskar, sum vigaðu ávikavist 221,50 og 175,10 kilo hvør.
Í fyrstani var ivamál um, hvørt fiskimenninir sluppu at selja veiðina, men tá bæði danskir, svenskir og ES-fiskivinnumyndugleikar høvdu hugt upp á málið, sluppu teir at selja tunfiskin kortini.
Svensku fiskimenninir fiskaðu eftir sild. Teir fingu onga sild, men tveir stórar tunfiskar, sum vórðu seldir fyri ein kiloprís á 151,12 krónur. Sølan av báðum tunfiskunum gav soleiðis slakar 60.000 krónur.
Tað er www.fiskeavisen.dk sum ber hesi tíðindi.