Tað eru ókendir persónar, sum hava framt herverk á glaskuplar í Grasagarði. Løgreglan kann nú málið fyri at finna fram til, hvør hevur framt herverkið.
Vaktleiðarin á politistøðini veit eisini at siga um eitt mál um brot á hundalógina í norðurøkinum, har aktingarmaðurin í Klaksvík fekk boð um at fanga ein harraleysan hund. Eigarin hevur síðani verið eftir hundinum og rindað fyri tað. Í Havn vóru eisini leysir hundar.
Løgreglan var í gjár eisini úti eftir einum persónir, sum ikki varð møttur til avsoning. Hann var tikin heima við hús og koyrdur í arrestina.
Og í Trongisvági var aftur eitt mál um seyð, sum gekk leysur inni í bygdini. Sambært vaktleigarunum troyttast fólk í Trongisvági av hesum afturvendandi málunum um seyð, sum gongur leysur. Tey siga eisini, at aktingarmaðurin hevur fingið boð frá kommununi um einki at gera, men tað hevur løgreglan so ikki fingið váttað.
##med2##
##med3##