Royndir í musikkskúlanum

Í døgunum 23.-27. november, fara 124 næmingar á Musikkskúlanum til royndir. Royndirnar eru sjálvbodnar og verða hildnar ymsa staðni í landinum.

Hesa vikuna skipar Musikkskúlaskipanin fyri, at næmingar, sum eru í Musikkskúlaskipanini, sleppa upp til roynd, um teir ynskja tað.
124 næmingar úr øllum landinum hava tikið av tilboðnum um royndina. Næmingarnir spæla á ymisk ljóðføri.
Tað er enski metingarstovninum Associated Board of The Royal Schools of Music, ið kemur at døma støðið hjá ungu, føroysku tónleikarunum.
Próvdómari hesaferð er Eileen Field, sum er útbúgvin pianistur og sangari á Royal Academy of Music eins og á Royal Schools of Music. Eileen Field hevur drúgvar royndir sum lærari í klaveri, fylgispæli og í sangi og hevur stjórna nógvum kórum og bólkum.
Í løtuni skrivar hon undirvísingartilfar fyri Boosey and Hawkes, og herfyri kom út eitt savn við "20th Century Easy Song Collection", sum hon hevur lagt til rættis.
Umboð fyri Musikkskúlaskipanina siga, at tað í ár eru heldur fleiri næmingar á hægru stigunum enn árini frammanundan. Royndin er tí ætlað sum ein liður í menningini av ljóðførisspælinum.
Royndir eru á hvørjum ári í Føroyum og til ber at taka prógv á byrjanar- og á konservatoriistigi.
Royndirnar verða hildnar í Havn, Klaksvík og í Vágum í døgunum frá 23. til 27.november.