Royndir frá FCK til dreingirnar

Tað verður ógvuliga passandi Jan Dam, sum kemur at standa fyri dagligu venjingini hjá teimum 25 næmingunum í fótbóltsflokkinum í Tórshavnar kommunuskúla

Fótbóltsskúlin hevur fingið besta venjaran gjørligt, sigur U17 landsliðsvenjarin, og Jan Dam hevur drúgvar royndir.
- Eg havi verið niðri í Danmark nú í nøkur ár, og havi verið so heppin at hava verið við í ungdómsarbeiði hjá Keypmannahavn í árganginum 1997-98, júst sum hesir dreingirnir eru. So tað hóskar ógvuliga væl saman, at eg kann geva nakað til teir, sum eg havi lært, sigur Jan Dam.
Hann sigur, at hann ikki hevur havt nakað við verkætlanina at gera sum so, men hevur fingið starv sum lærari í Kommunuskúlanum, og tann vegin er komin við í verkætlanina.
- Eg søkti og fekk starv sum lærari, og tá so Hanus Joensen greiddi frá, at teir arbeiddu við einari verkætlan um ein fótbóltsflokk, og at hann helt, at eg var rætti persónurin at taka mær av tí, passaði tað væl, sigur Jan Dam.
Hann er fegin um avbjóðingina.
- Tað merkir, at eg fái nakað nýtt at arbeiða við. Eg fái eyka motivering, at fara til arbeiðis, tí eitt av mínum stóru frítíðar ítrivum er fótbóltur, og nú er tað eisini mítt arbeiði, so tað er ógvuliga motiverandi, sigur Jan Dam.

Vónandi afturvendandi
Tað hevur fleiri fyrimunir, at skúlin nú hevur ein fótbóltsflokk.
- Fyrimunurin er tann, at hugsa vit um at menna spælarar og at gerast betur, so haldi eg hetta er tað rætta, tí at hyggja vit at londunum rundan um okkum er hetta partur av gerandisdegnum, at fótbóltur er á tímatalvuni, sigur Jan Dam
Møguleikin verður hjá leikarunum at nema við bólt nógv fleiri ferðir um vikuna.
- Og tað er vónandi nakað, sum fer at síggjast aftur upp á longri sikt, sigur Jan Dam.
Fleiri at næmingunum koma langvegis frá, og skulu ógvuliga tíðliga upp á morgni, fyri at kunna møta til tíðina í skúlanum í Havn.
- Tað sigur alt um áhugan. Hesi dreingir hava gingið í skúla í átta ár og siga nú farvæl við barnavinir fyri at vera við í hesari verkætlanini, tað eru dreingir, ið veruliga vilja fótbólt, sigur Jan Dam.
Og hann hevði einki havt ímóti, at hesin fótbóltsskúlin gjørdist eitt afturvendandi tiltak.
- Vónandi tað. Vit vilja, sum lærarar og venjarar, gera alt fyri, at hetta er komið fyri at vera. Og eg ivist ikki í, at nógvir dreingir, sum í dag ganga í 8. Flokki hugsa, at hetta er nakað, teir vilja verða við til næsta ár, sigur Jan Dam, venjari hjá fótbóltsflokkinum í Tórshavnar kommunuskúla.