Royndi tvær ferðir at lenda

Guvernørurin í Smolensk segði fyrrapartin, at eitt mistak hjá flogskiparunum var helst orsøkin til, at flogfarið við polska forsetanum datt niður í Russlandi í morgun. Guvernørurin sigur, at tað var tjúkt í mjørka, tá forsetaflogfarið kom til Smolensk. Tann fyrsta royndin at lenda miseydnaðist, og tá flogfarið royndi eina ferð afturat, bar annar vongurin við nøkur trø, og flogfarið datt niður. Løtu seinni stóð tað í ljósum loga.

Russiskar keldur siga, at flogeftirlitið royndi at fáa polska flogfarið at fara til Minsk í Hvítarusslandi at seta seg, men til fánýtis.

Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 132 fólk vóru í flogfarinum, men polsku myndugleikiarnir siga nú, át tað rætta talið er 96, og at øll doyðu.

Millum teirra, sum doyðu í vanlukkuni, vóru polski forsetin, Lech Kaczynski, kona hansara og fleiri leiðandi politikarar og embætismenn.