Royndi at seta eld á

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð nakað illgrunasamt við Heinesens hús í miðbýnum í Havn leygarmorgunin

Løgreglan í Havn leitar nú eftir teimum, sum leygarmrgunin royndi at seta eld á gamla og søguliga Heinesens Hús á Tinghúsvegnum mitt í Havn.

Tað var um hálvgum níggjutíðina leygarmorgunin, at boðað varð frá eldi í Heinesens húsum í Havn.

Onkur hevði sæð royk úr húsunum og boðaði alarmsentralinum frá. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og basti eldinum.

Tað hendi kortini ikki stórvegis skaði. Sjálvur eldur gjørdi ikki skaða, men nógvur roykur var í húsunum.

Tað er heilt nógv, sum bendir á, at eldurin er ásettur og tað er hesum, sum løgreglan handfer málið eftir.

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at rútar vóru brotnir í kjallaranum og inn í sjálvum kjallaranum var eldur í tveimum pappeskjum.

Men tað er ikki greitt, um eldur er settur á í báðum støðum, ella um pappeskjurnar bara hava staðið so tættar, at eldur bara er settur í einastaðni, men at tað so hevur fest í hina eskjuna eisini.

Løgreglan er í ferð við at kanna málið, men enn stendur hon á berum.

Bergleif Brimvík sigur, at løgreglan hevur tosað við fólk í grannalagnum, men tey hava ikki kunnað hjálpt við upplýsingum, sum hevur ført løgregluna á slóðina.

Men eldáseting er eitt ógvuliga álvarsligt mál og tí vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum hava lagt merki til nakað illgrunasamt við Heinesens Hús tíðliga leygarmorgunin.