Royndi at lata hurðina á flogfarinum upp

Eitt ferðamannaflogfar hjá amerikanska flogfelagnum Continental noyddist at neyðlenda, tí ein ferðamaður royndi at lata hurðina á flogfarinum upp, meðan tað var í luftini. Ein flogterna, sum sá, hvat maðurin var í ferð við, rópti eftir hjálp, og hóast ferðamaðurin var bæði stórur og prúður, eydnaðist tað einum trygdarmanni at taka hann. Tað skrivar blaðið Chicago Tribune.

Flogfarið var á veg úr Houston til Chicago, men orsakað av rokinum var tað farið av kósini og neyðlendi tí í St. Louis, skrivar blaðið.