Steypafinalan hjá kvinnunum hesa ferð verður millum Stjørnuna og Tjaldur, og hana eru Karstin og Kristian Joensen settir at døma. Hetta er ein endurtøka av finaluni fyri tveimum árum síðani, tá Stjørnan vann á Tjaldri við tveimum málum, 25-23.
Annars er talan um tvey ymisk mótstøðulið, um hugt verður at steypahagtølunum síðani 1987, tí meðan Tjaldur bara fyri aðru ferð er í finaluni, er hetta tann tólvta hjá Stjørnuni – og tann áttanda á rað. Stjørnan hevur somuleiðis vunnið steypafinaluna síðstu fýra árini, so klaksvíkskvinnur mugu helst liva við, at tær hava leiklutin sum favorittar leygardagin.
Gjøgnum árini er Neistin annars mest vinnandi steypaliðið hjá kvinnum, tí Neistin hevur vunnið steypafinaluna 11 ferðir. Stjørnan kemur so við sínum seks sigrum framman fyri VÍF við trimum, VB við tveimum og Skála og Kyndil, ið hava vunnið hvør sína ferð.
Ólíkar royndir
Hjá monnunum er steypafinalan hesa ferð millum Neistan og KÍF, og her verður tað altjóða dómaraparið, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, ið skal døma. KÍF hevur bara eina ferð verið í finaluni afturi í 1986, tá tað gjørdist ein tepur 23-24 ósigur fyri Kyndli, meðan Neistin hevur munandi størri royndir.
Síðani fyrstu steypafinaluna hjá monnum í 1985, hevur Neistin verið við í teimum níggju, so hetta er tíggjunda finalan hjá teimum bláu, ið millum annað hava verið í tveimum teimum síðstu, ið báðar eru endaðar við sigri á grannunum úr Kyndli. So eisini í mansfinaluni er talan um tvey lið, ið hava rættiliga ólíkar royndir í steypakappingini.
Stóri gullslúkurin í steypafinalunum hjá monnum, hevur verið Kyndil, ið hevur vunnið níggju ferðir. So koma VÍF og StÍF við seks sigrum, og Neistin hevur vunnið fýra ferðir og H71 eina ferð.