Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn er í hesum døgum farin í holtur við eina verkætlan, har tey royna at stuðla og menna ung og óroynd føroysk listafólk, ið eru undir listaútbúgving ella ætla sær tann vegin. Ì hesum sambandi hongur ein listaframsýning hjá 25 ára gomlu Heidi Joensen úr Funningsfirði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
-Vit kunnu bara lata væl at. Tí ferniseringin í síðstu viku var sera væl vitjað, og vóru tað serliga ung fólk, ið komu á vitjan. Eg eri rættiliga vís í, at Heidi nærum seldi allar málningarnar, og keypararnir vóru serliga hesi ungu fólkini, sigur Hansina Iversen, ið er forkvinna í Føroyska Listafelagnum í Keypmannahavn.
Ovfarin av góðu søluni
Heidi Joensen er ein sera óroynd listakvinna. Hon hevur bert havt eina listaframsýning fyrr, og var hon í Gallarí Jinx. Tí tók Heidi beinanvegin av, tá ið bjóðað varð til framsýning í Føroyahúsinum.
-Ferniseringin var ein stór løta fyri meg. Tað var stuttligt at mínir málningar vóru í miðdeplinum. Nú havi eg ikki víst so nógv fram fyrr, men eg máli nógv, so hetta var ein stórur møguleiki at vísa øðrum, hvat eg fáist við, sigur Heidi Joensen.
Ferniseringin var sera vælvitjað, og málningarnir hjá Heidi gingu sum heitt breyð. Í dag eru bara nakrir heilt fáir málningar eftir.
-Eg hevði slettis ikki væntað, at eg fór at selja nakað. Tá ið so nærum allir mínir málningar vórðu keyptir, var hetta sera óveruligt fyri meg, sigur Heidi Joensen.
Huldufólk úr Funningsfirði
Heidi er í hesum døgum í holtur við at útbúgva seg til námsfrøðing í Keypmannahavn. Tó fæst hon sera nógv við at mála. Og serliga er tað heimbygdin, ið gevur henni íblástur.
-Eg máli nógv úr náttúrini, eitt nú trøll og huldufólk. Tað sigst tað eru nógv huldufólk í Funningsfirði, sigur Heidi og flennur.
Tey, ið hava hug at síggja málningarnar hjá Heidi, kunnu leita sær í Føroyahúsið í Keypmannahavn. Framsýningin endar 7. mars.