Royna við eyka-dómara

Í fimmlanda-kapping fyri U19-lið í Slovenia hevur UEFA royndarkoyrt eina skipan við tveimum eykadómarum. Hesir stóðu undir dystinum við hvør sítt mál, haðani teirra uppgáva serstakliga var at ansa eftir tí, sum fyrifórst í brotsteiginum. – Hetta var fínasta slag. Vit hava við hesum trý pør av eygum eftir tí, sum fyriferst í brotsteiginum, og tað er avgjørt ein fyrimunur, segði italski Nicola Rozzi, sum var ein av dómarunum í kappignini.