Nýggja útgerðin, sum verður roynd á Skála í dag, tekur 1000 myndir um sekundið. Hin tekur bara 25 myndir um sekundið. Sagt verður, at við hesi útgerðini eigur tað ikki at bera til at koma í somu støðu sum á Norðoyastevnu, tá Eysturoyingur og Klaksvíkingur vóru fullkomiliga javnir.
Tað er felagið fyri frælsan ítrótt, FÍF, ið eigur útgerðina, sum verður roynd á Skála seinnapartin, tá FM-kappróður er á skránni Fjarðastevnu.
-Útgerðin er spildur nýggj, og tí hava vit ikki havt høvi at royna hana í okkara egnu kappingum enn. Í dag fara vit í samstarvi við Róðrarsambandið at royna hana. Vit eru rættiliga spent til uppgávuna, sigur Hallur Holm, nenvdarlimur í FÍF við kringvarp.fo.
Hann sigur, at sjálvt um útgerðin serliga er ætlað til frælsa ítrótt, so er lítið at ivast í, at hon eisini kann brúkast til kappróður. Í dag er tað ein roynd, og tí verður hon í dag brúkt afturat útgerðini hjá Róðrarsambandinum, skrivar Kringvarp.fo