Royndirnar við at nýta fimm dómarar til ein fótbóltsdyst - tá ið ein hjálpardómari er aftanfyri hvørja mállinju, vanliga nevnt eyka hjálpardómari og stytt EHD - røkka nú til Føroya. FSF hevur nevniliga ætlanir um at royna skipanina við fimm dómarum í fyrru hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Um ætlanin heldur, verður hetta hin 21. mei.
Fyrrverandi altjóða dómari føroyinga, Lassin Isaksen, sum nú starvast sum føroyskur dómaraleiðari og eygleiðari umframt líknandi uppgávur uttanlands, var ein av teimum 45 útnevndu eygleiðarunum, sum skuldu eftirmeta skipanina við eyka hjálpardómarum. Hann metir somuleiðis nógvar fyrimunir vera við teimum báðum eyka hjálpardómarunum.
- Støður kunnu síggjast frá fleiri vinklum. Dómarin kann hava fokus á eitt stað í 16-metrinum og EHD á einum øðrum stað, t.d. við deyðbóltsstøður so sum horna ella fríspørk, har bólturin verður sparkaður inn í 16-meturin. Eisini tá ið meting skal gerast um tað er brotsspark ella ikki, sigur Lassin Isaksen og vísir somuleiðis á, at hjálpardómarin – tað, sum millum manna vanliga verður nevnt linjuverjin – kann hava meiri fokus á rangstøðumetingar.
Í hesum sambandi kann nevnast, at kanningar eftir EM-endaspælið fyrraárið vístu, at skeivt mettar rangstøður vóru minkaðar niður í næstan einki.
Sum greitt varð frá á úrmælingaskeiði hjá føroysku fótbóltsdómarunum undanfarna vikuskiftið, so er ætlanin at royna hesa skipan í Føroyum. Tað verður ein avbjóðing, metir Lassin Isaksen.
- Tað krevur nógv fólk at fáa tveir dómarar afturat til hvønn dyst. Fyri stuttum byrjaðu vit at brúka 4. dómara, og tað er ein avbjóðing viðhvørt at hava nokk av teimum. Tað kostar eisini pengar, bæði til at keypa samskiftisútgerð, ella meiri tað at útbyggja verandi útgerð, men so eisini til at samsýna dómarunum. Spurningurin er, um vit hava fíggjarliga orku til eyka hjálpardómarar, sigur Lassin og heldur fram:
- Av tí at hetta krevur fólk og pengar, skulu vit ikki vænta at EHD verða at síggja til allar dystir í Effodeildini í framtíðini, men tó møguliga til nakrar serligar dystir um eftirmetingin av royndini verður jalig. UEFA kann møguliga stuðla við peningi um vit í minsta lagi hava EHD til ein dyst í Effodeildini hvørt umfar, men hvat tað verður til í framtíðini er alt ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur Lassin Isaksen at enda.









