Fiskatilfeingi
Í fjør tók livravirkið á Eiði ímóti 366 tonsum. Størra nøgdin kom í tíðarskeiðnum oktober til desember, men tað er tí, at tað er mest livur í fiskinum er mest í hesum tíðarskeiðnum. Harumframt høvdu djúpvatnstrolarnir góðan fiskiskap eftir toski og har var so at siga øll livurin tikin, burtursæð frá trolarunum Roc Amadour, Sancy og Vesturvarða.
Tað hevur Egil Olsen, stjóri á livravirkinum upplýst fyri vinnunevndini hjá Løgtinginum, nú spuringurin er til viðgerðar um at skip og bátar skulu hava skyldu til at taka livur og rogn.
Av rávørunøgdini í 2005 stóðu djúpvatnstrolarnir fyri 85%, partrolarnir,Vestmenningur og Fram fyri 10%, garnabátar stóðu fyri 4% og aðrir fyri 1%.
Av partrolarunum hevur Vestmenningur skarað framúr og eigur meiri enn 70% av livranøgdini í hesum bólki. Eftir okkara tykki er orsøkin tann, at hugburðurin er positivur og her hava menn tikið livur frá upsa sum er hondkruvdur.
Fyrstu seks mánaðirnar í ár hevur virkið tikið ímóti 178 tonsum av livur. Myndin í 2006 er nøkulunda tann sama, burtursæð frá at trolbátar eru komnir við meira livur (15%). Tann lutfallsliga økingin hjá trolbátunum hevur minkað um partin hjá djúpvatnstrolarunum við 5% og við 10% hjá partrolarunum.
Styrkja grundarlagið
Annars hava tey á livravirkinum á Eiði arbeitt miðvíst fyri at betra fíggjarliga grundarlagið undir virkinum.
- Ì hesum sambandi eru vit farin undir at bræða lýsi burturúr innvølum av sílum. Vit keypa sílainnvølir frá sláturvirkjum og bræða hetta til sílalýsi til útflutnings, sigur Egil Olsen.
Hann vísir á, at sláturvirkini hava verið noydd at gjalda fyri at sleppa av við sílannvølirnar, men nú fáa tey ein prís fyri innølirnar, sum sum tilsamans merkir ein positivan mun uppá umleið eina krónu.
Hann sigur, at skal eitt virki sum Faroe Marine Biotech, yvirliga, er sílalýsi eitt gott ískoyti.
Annas heldur hann, at skipanin við at taka innvøl úr sílum, átti at verið eitt gott hugskot fyri eisini at avreitt ókruvdan fisk so at hann ístaðin kann verða kruvdur á landi.
- Í Íslandi verða yvir 100.000 tons av fiski avreiddur ókruvdur. Hetta skapar meiri virksemi, lættir um arbeiðið umborð, umframt at virkir kunna fáa meirvirði burturúr innvølunum.
- Tí vildi tað verið samfelagsbúskaparliga skilagott at stuðla eini verkætlan,