Fiskaaling hevur í fleiri ár verið arbeitt við at ala føroysk rognkelsi. Eitt ættarlið av rognkelsum varð framleitt á Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík og sett út í aliringar í 2015.
- Síðan hevur verið arbeitt við at menna ein føroyskan lívfiskastovn av rognkelsum, og í dag eru trý ættarlið av rognkelsum á støðini í Nesvík.
Tað vita tey á Fiskaaling at siga. Lagt verður aftrat, at í 2015 var fyrstu ferð, at yngul kom undan rognum frá einum rognafiski á støðini í Nesvík. Tá vórðu tveir rognafiskar stroknir. og nøkur heilt fá yngul komu undan.
- Í ár eru fleiri yngul komin undan rognafiskunum úr Nesvík, og enn fleiri væntast næsta ár. Helvtin av arvamassanum hjá triðja ættarliði av rognkelsisynglinum er undan føroyskum aldum rognkelsum, og hin helvtin er undan villum rognkelsum.
Á Fiskaaling vita tey at siga, at orsøkin til, at alirognkelsi og vill rognkelsi verða parað, er fyri at sleppa undan innannøring - og soleiðis at fáa bestu arvaeginleikarnar inn í lívfiskastovnin frá rognkelsum, sum trívast í aliringum.










