Royna at selja svartkjaft aftur í morgin

Eingin bjóðaði uppá svartjaft í fyrsta umfari, men ein nýggj uppboðssøla verður fyrireika til í morgin

- Eg hevði allatíðina rokna við, at hetta kundi henda, serliga fyri svartkjaftin, men nú fyrireika vit eina nýggja sølu til í morgin. Vit ásettu ein minstaprís og tað kann verða, at hann hevur verið ov høgur, sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri.

 

Nú verður ein nýggj uppboðssøla fyrireika, sum skal haldast í morgin. TIl seinnu uppboðssøluna verður minstiprísurin ásettur av nýggjum og allarhelst verður hann lægri, enn hann var í dag.

 

Minstiprísurin var ásettur á sama hátt, sum tá minstiprísurin var mettur fyri makrelin, norðhavssildina og toskin í Barentshavinum.

 

- Vit hava hugt eftir miðalprísinum undanfarnu árini og lutfallið av tí. Vit hava ásett prísin eitt sindur hægri enn tilfeingisgjaldið. Í hesum føri var tað so 10 oyru yvir tilfeingisgjald, sum er 20 oyru, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann sigur víðari, at møguliga er høgi prísurin orsøkin, at eingin helt seg framat, ella hevur vinnan bara avgjørt ikki at bjóða.

 

- Vit vita av mótstøðan er stór, men eg kann ikki staðfesta um hetta er ein protest ímóti uppboðssøluni. Eitt, sum vit kunnu staðfesta er, at avmarkingin er øgiliga stór í uppboðssøluni. Tað eru jú bara verandi veiðuloyvi, sum hava rætt at bjóða og tað fá skip, sum hava møguleika at fiska svartkjaft, tí er ein stór avmarking í hvør kundi bjóða, men tað vistu vit frammanundan. Hetta er nú staðfest og vit mugu nú meta hvat vit gera framyvir, sigur Høgni Hoydal.

 

Les eisini: Prísurin var alt ov høgur

Les eisini: Eingin bjóðaði uppá svartkjaftin