Tað er bara hugflogið sum setir markið, tá ið brotsfólk skulu finna upp á, hvussu tey kunnu lumpa pengar burtur úr fólki.
Ein ólevnaður, sum er væl kendur, men sum aftur nú herjar, er, at ókend telefonnummur ringja til fólk. Men tá ið telefonin verður tikin, verður avbrotið í teirri vón, at vit ringja aftur.
Jan Mortensen, stjóri fyri privatu viðskiftafólkini hjá Føroya Tele, sigur, at tá er øll orsøk til at vera á varðhaldi, tí tað kann verða ein dýr søga.
Hann sigur, at tað er eitt vælkent fyribrigdi, at lógbrótarar fáa sær telefonnummur frá einum telefelagi í landinum, har tey eru stødd. Men hetta eru nummur, har tað kostar væl meiri at ringja til, enn vanligur prísur er.
Síðani verða teldur settar at ringja runt, men tá ið telefonin verður svarað, verður brotið av.
Endamálið er helst at fáa fólk at ringja aftur og hendir tað, verður roynt at tosað upp í lag við fólk fyri at hava tey á tráðnum í nakrar minuttir tí hvør minuttur er dýrur.
Jan Mortensen sigur, at beint eftir ársskiftið var ein bylgja av slíkum uppringingum í Føroyum og nú hevur hetta tikið seg upp aftur.
Hann sigur, at hyggjuráðini eru, at ringja ókend telefonnummur, skal ein hugsa seg væl um, áðrenn ein ringir aftur.
Ofta er talan um telefonir úr londum í Afrika, sum ringja, so kennir tú ongan úr tí landinum, haðani ringt verður, er best ikki at ringja aftur. Men ringt verður eisini aðrastaðni.
- Eg veit ikki um tað er tilvitað, men oftast verður ringt um næturnar. Kanska hava tey roknað út, at táið telefonin ringir um náttina, verða fólk kanska fangað á skeiva beininum og halda, at so má tað hava stóran týdning, og ringja aftur.
Kanska er hetta nakað, serliga føroyingar, hugsa um, tí vit hava sjófólk kring allan heimin.
- Men fyri at fáa frið fyri hesum afturvendandi uppringingum um náttina, hava summi rætt og slætt bara blokerað landskoturnar hjá londum, har tey heilt avgjørt ongan kenna.
Jan Mortensen sigur, at Føroya Tele er í samskifti við telefeløg í øðrum londum, sum eisini hava trupulleikar av slíkum.
- Men hetta er ómetaliga tórført at koma til lívst, sigur stjórin fyri privatu viðskiftafólkini hjá Føroya Tele.
Ein orsøk til tað er, at tey, sum ringja skifta nummar alla tíðina, og onkuntíð eisini landskotu.
- Tískil er ringt at blokera fyri slíkum ringingum, leggur hann afturat.
Hann sigur kortini, at tað veldst eisini um, hvørja telefon, ringt verður til.
- Fólk, sum hava trupulleikar av hesum, hava vent sær til okkara og so hava tey fingið vegleiðing í, hvussu nummur, og kanska eisini landskotur, verða blokerað á telefonini, tey hava.
Hann veit eisini at onkur, sum hevur verið plágar av slíkum uppringinum nátt eftir nátt, hevur bara sløkt telefonina í nakrar nætur, so gevast tey at ringja.
|