Í morgin verður stórt tiltak fyri næmingunum í øllum sjeyndu flokkunum í Suðuroy og foreldrum teirra.
Hetta er eitt tiltak, sum SSP samstarvið í Suðuroy skipar fyri.
SSP er eitt samstarv ímillum skúla, løgreglu og sosialar myndugleikar við tí endamáli at fyribyrgja og minka um kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung.
Eitt, SSP hevur lagt dent á í hesum sambandi, er at royna at fáa tey ungu bíða sum longst við at smakka sær á, sigur Óli Rubeksen, SSP ráðgevari.
Tiltakið, sum er á Seglloftinum varar ein vanligan skúladag og har verða bæði framløgur av ymsum slagi, har løgregla, starvsfólk í heilsuverkinum og almannaverkinum, lærarar og onnur fara at greiða teimum ungu frá.
Somuleiðis fer Johan í Fámará at greiða teimum frá um rúsdrekkatrupulleikar, sum hann sjálvir hevur følt á sínum egna kroppi og tað verður eisini tíð til eina hugnaløtu við ymsum á skránni.
Men Óli Rubeksen sigur, at eitt er, hvat tey kunnu leggja niður í ungdómin av góðum vanum.
Men ongin ivi er um, at skulu góðir vanar leggjast niður í tey ungu, hava foreldrini ein stóran leiklut.
Tí er ein partur av tiltakinum í morgin eisini vent imóti foreldrunum og tann fundurin verður í Skúlahøllini í Trongisvági í annaðkvøld klokkan 19.30.
Heitið á foreldrafundinum er Haldið fram at vera foreldur og endamálið er at kunna foreldur um, hvussu tey kunnu medvirka til tað góða ungdóms-lívið uttan rúsdrekka.
Lagt er upp til eitt kvøld, har foreldrini fáa møguleika at samskifta við hini foreldrini um hesi viðurskifti, um hvat tey ungu sleppa ella ikki sleppa