Brimil
Gongur sum ætlað, kemur nýggja vaktar- og Bjargingarskipið Brimil til Føroya næsta vikuskiftið.
Tað er í hvussu so er málið, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur sett sær.
Eftir at Løgtingið avgreiddi ósemjuna um lønina hjá skiparanum og stýrimonnunum, eru allar forðingar beindar av vegnum fyri at skipið kann koma til landið.
Men tað fara kortini at ganga nakrir dagar, áðrenn hann kemur.
Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur, at tað eru onkrir royndartúrar eftir at gera.
? Somuleiðis skal útgerðin eftirkannast, fyri at tryggja at alt virkar sum tað skal, áðrenn skipið kemur, tí tað hevði verið óheppið at verið noyddir til at farið yviraftur, um okkurt skuldi víst seg. Harafturat er okkurt smátt at gera við hann.
Sostatt kemur Brimil nú loksins til landið, meiri enn fýra mánaðir seinkaður.
Upprunaliga var ætlanin at sigla bygd av bygd í Føroyum at vísa skipið fram.
Men nú verður tað av ongum.
?Nú eru vit so nógv seinkaðir, at tað er frægast, at skipið fer til verka beinanvegin, sigur Elmar Højgaard.
Hann sigur kortini, at ætlanin er at laga tað so, at Brimil kemur á Havnina eina tíð, har tað ber til hjá fólki at koma umborð at síggja skipið. Tí ætla teir at laga tað so, at Brimil kemur á Havnina næsta vikuskiftið.
Annars kann tað koma upp á tal at vitja tær ymsu bygdirnar so hvørt, sum tíðin líður.
Elmar Højgaard gleðir seg annars til at Brimil nú kemur, tí sostatt fær Vaktar- og Bjargingartænastan virka til fulnar aftur fyri fyrstu ferð síðani 1997, tá ið ólavur Halgi varð seldur. Síðani tá hava tað verið lappaloysnir oman á lappaloysnir og tað hevur ikki verið serliga nøktandi.