Dreymurin hjá flestu rithøvundunum er uttan iva at náa ein so stórari lesarafjøld, sum til ber. Men jú minni málsliga økið hjá høvundanum er, tess meir krevur tað av marknaðarføringini at náa út til eitt nú stóru ensku lesarafjøldina. Næsta vikuskiftið skipar Norðurlandahúsið saman við Nordbok fyri ráðstevnu, har fyrilestrar og kjak verða á skránni um, hvat kann gerast, fyri at geva føroyskum, grønlendskum og sámiskum høvundum møguleika at bróta tann sokallað málmúrin og harvið náa út um sína heimligu lesarafjøld.
Ongin skipaður politikkur
Á ráðstevnuni fara fólk úr ymsum Norðurlondum og innan ymisk bókayrki at greiða frá sínum royndum við útgávu av bókmentum á smáum málum í einum størri umhvørvi. Gunnar Hoydal, rithøvundur og útgevari, verður ein av fyrilestrahaldarnum úr Føroyum. Gunnar vísir á, at higartil hevur tað verið rættiliga tilvildarligt, hvørt ein føroysk bók verður umsett til eitt nú enskt, um ikki bókin beinleiðis er innstillað til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tær bøkurnar verða týddar, so dómsnevndin kann lesa tær, og í summum førum hevur hetta í sær sjálvum við sær, at bókin eisini verður týdd til onnur mál.
Fyri aðrar høvundar eru fáir møguleikar at troyta her heima. Í Føroyum er nevniliga ongin almennur politikkur á økinum, og tað finst heldur ikki nøkur føroysk pengajáttan, sum er oyramerkt til týðingar við útgávu í útlondum fyri eyga. Vit hava stutt sagt ongi skipað viðurskifti á økinum. Tí verður møgulig útlendsk marknaðarføring í flestu førum latin upp til tann einstaka høvundan, sum sjáldan hevur neyðuga innlitið í slíkt arbeiði, og helst heldur vildi brúkt sína tíð og orku uppá at skriva bøkur.
Gunnar umsettur til enskt
Tí er Gunnar serliga spentur uppá at hoyra innleggini hjá íslendingum á ráðstevnuni. Ísland hevur verið slóðbrótandi, tá tað ræður um at fáa íslendska bøkur týddar til onnur mál og er eitt fyrmyndarligt dømi um, hvussu stóran týdning vælvildin frá almennari síðu hevur fyri at hetta letur seg gera. Vónandi kann hetta geva almennu føroyskum mynduleikunum íblástur til, hvat kann gerast í Føroyum, sigur Gunnar.
Gunnar sjálvur er ein av teimum fáu nútíðar føroysku høvundunum, sum er umsettur til enskt. Og ógvuliga sigandi kom týðingin í lag eftir ein fyrispurning frá einum forlagi í London, sum hevur týðingar av íslendskum bókum sum sítt serøki. Sum kunnugt hevði týðingin av Undir Suðurstjørnum hjá Gunnari Hoydal millum annað við sær, at ongin minni enn heimskendi enski høvundurin Fay Weldon gav bókini eitt framúr gott ummæli. At bókin nú finst á størsta bókmentamálinum í heiminum er ein stórhending í sær sjálvum fyri førosykar bókmentir, men eisini persónliga og listarliga hevur hetta verið sera mennandi fyri Gunnar sum rithøvund.
- Sjálv gongdin, hetta at vera við í arbeiðinum at týða bókina, var sera mennandi. Men tað hevur eisini verið ótrúliga spennandi at hoyra, hvat onnur, sum síggja bókina við heilt øðrum eygum, siga um hana. Tað hevur verið ein sera øðrvísi og kveikjandi uppliving, sigur Gunnar, sum vónar, at ráðstevnan í Norðurlandahúsinum kann føra til, at nakað meir og ítøkiligt hendir innan marknaðarføringina av føroyskum bókmentum í útlandinum framyvir.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 11. 12. november