Fair-play
Seinnu nógvu árini hevur Tryggingarsambandið í samstarvi við fótbóltssambandið skipað fyri sonevndu leikukm-fagurt kappingini, har liðini fáa løn eftir, hvussu væl tey hava skikkað sær.
Kappingin fer fram á tann hátt, at við ársbyrjan fáa bestu mansliðini hjá feløgunum í fyrstu, aðru og triðju deild tillutað 20.000 kr., og síðani verður drigið frá fyri ymsu kortini, sum tey fáa. 1.000 krónur fyri hvørt gula kortið og 3.000 fyri hvørt reyða kortið.
Øll árini hevur tað verið ein sannroynd, at tað í øllum førum er ein fyrimunur fyri feløgini, at tey ikki skulu rinda, um kontoin verður »yvirtrekt«, tí tað eru tey fægstu, sum fáa nakað burtur úr skipanini. Í fjør vóru sostatt bert Royn, sum vann kappingina, og ÍF, sum fingu pening úr kassanum hjá Tryggingini.
Niðanfyri verður víst, hvussu ymsu liðini skikkaðu sær:
Felaggulreyðkrónursaldo
Royn12012.0008.000
ÍF16016.0004.000
VB19122.000-2.000
AB15324.000-4.000
B7118224.000-4.000
EB/Streymur24024.000-4.000
GÍ25025.000-5.000
B3626129.000-9.000
FS Vágar23229.000-9.000
Skála26129.000-9.000
Sumba23229.000-9.000
TB29132.000-12.000
NSÍ27233.000-13.000
HB26335.000-15.000
KÍ33136.000-16.000
LÍF23538.000-18.000
B6838347.000-27.000