Royn rúmdarkliva hjá Idé Møblum á Hálsi

Hvør vil ikki sova ein tíma longri hvørja nátt uttan at brúka meira tíð upp á tað?

Tíðiindaskriv

Tað ljóðar sum ein dreymur, men tað er kortini hetta, sum Tempur-madrassan hevur at bjóða. Hendan madrassin, ið verður nevnd heimsins besta, er soleiðis gjørd, at tú vendir tær nógv minni um náttina, og tískil hevur tú fingið munandi betri hvíld, tá ið tú vaknar aftur um morgunin.

Idé møblar hava tikið Tempur til sín. Higartil hevur smásølan hjá Zacharis Thomassen í Kollafirði verið umboð í Føroyum, men Tempur ynskti at gerast meiri sjónligt og valdi ársins handil at umboða seg. Zacharis Thomassen heldur kortini fram at selja Tempur í tøttum samstarvi við Idé møblar.

Um vikuskiftið kann madrassin roynast hjá Idé møblum á Hálsi. Har vera serligir serfrøðingar til staðar, ið greiða frá tøkni og nýtslu, og tú kanst eisini royna serliga rúmdarklivan, ið er settur upp.

Tempur madrassin byggir nevniliga á rúmdartøkni. Tað snýr seg um skúm. Tilfarið í Tempur varð upprunaliga uppfunnið og ment í 1970-unum á NASA Research Center í Kaliforniu fyri at bøta um sitieginleikarnar í rúmdarførum. Við at nýta hetta serliga trýstumlættandi evnið í rúmdarbúnunum sluppu astronautarnir eisini undan snuddum, tá ið teir vóru vektleysir í rumdarfarinum.

Tá ið tøknin gjørdi tað gjørligt at framleiða smærri eindir, varð nýtslan í nøkur ár avmarkað til medisinskar pútur og madrassir til fyribyrging av liggisárum. Aftaná umfatandi menning á verksmiðjuni hjá Tempur World í Danmark (Dan-Foam ApS) varð slóðin ruddað fyri at nýta tøknina til privata nýtslu umframt til sjúkrahús o.a. um allan heimin.

Tempur hevur fullkomiliga broytt gomlu áskoðanina um, at ein madrassa skal vera føst - ella enntá hørð. Tá ið tú leggur teg í eina Tempur-madrassu følist hon fyrst rættiliga føst, men kropshitin og vektin bloytir skjótt tilfarið, sum formar seg eftir kroppinum og gevur eina kenslu av vektloysi. Sostatt leggur kroppurin seg í sína náttúrligu legu, tá ið tú svevur, og tað økir munandi um lívsgóðskuna.

Tempur legði allan heimin fyri sínar føtur og setti ein nýggjan standard fyri sunnum svøvni. Ryggserfrøðingar og brúkarar um allan heimin eru ovfarin av tí ávirkan, sum Tempur hevur á svøvngóðsku og veikar ryggir. Hjá Idé møblum um vikuskiftið kunnu fólk sjálv uppliva og hoyra hví. Um tey altso ikki eru sovnað áðrenn.