Ein aprtur av teimum forðingum, sum føroyskir útflytarar møta er, at føroysku myndugleikarnir ikki verða góðkendir í øllum londum, tá ið tað snýr seg um góðkenningar.
Í fíggjarlógarálitinum eru settar nakrar hundrað túsund krónur av til løgfrøðing, sum skal arbeiða við hesum málum.
Løgfrøðingur skal arbeiða miðvíst fyri millumtjóða avtalum viðvíkjandi sínámillum góðkenning av HFS sum veterinerum myndugleika.
Løgrøðingurin, sum ætlanin er at seta, skal eisini styrkja aliumsitingina løgfrøðiliga.