Laksurin hjá Miklagarði er skorin og pakkaður av Sjógæti.
Hesum boðar Miklagarður frá í dag.
Talan er um skivuskornar vørur pakkaðar eftir 1. mars í ár. Orsøkin er, at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum.
Laksurin er seldur í Miklagarði, Bónus og Mylnunum.
Viðskiftafólk kunnu lata vøruna inn aftur til handilin ella burturbeina vøruna.