Roykstovan fekk ein 75 tumma flatskerm

– Leygarmorgunin fingu vit eini boð frá einum kunda, sum segði, at ein pakki frá Elding fór at blíva avleveraður til okkum. Viðkomandi segði, at hetta var ein gáva til Roykstovuna frá »Okkum Liverpool’arum«, og at nú kundu vit ordiliga spíla okkum út til EM.

Soleiðis skrivar Roykstovan í Klaksvík.

 

– Nakrar tímar seinni fingu vit ein 75 tumma flatskerm inn um dyrnar. Vit vóru málleys (tað eru vit enn) og eru somuleiðis takksom fyri hesa stórfingnu gávu. Túsund takk fyri gávuna Árni Poulsen, skrivar Roykstovan