?Samhugakaffi? kallaðu vit eitt slag av kaffi. Hetta var bert eitt av fleiri sløgum av rættvísisframleiðslu, sum skuldi tryggja, at tey, sum í veruleikanum áttu ella leigaðu jørðina og framleiddu vøruna, fingu eina rímuliga løn. Sjálvandi!
Men hví royna vit ikki ?samhugatubbakk?? Nakrar krónur afturat omaná prísin, sum fara til skúlar og sjúkrahús í menningarlondunum? Tað hevði viðvirkað til at avkriminaliserað okkum roykjarar.
Endiliga høvdu vit roykjarar kunnað guvað við góðari samvitsku. Sitið og spent bringuna úr okkum og roykt økologiskt rættvísistubbakk, ið ikki var tilvirkað við vandamiklum sproytuevnum. Og hvørja ferð vit festu okkum í aftur kundu vit frøtt okkum um enn eitt lítið barn í frumskógunum, sum fekk bæði læknahjálp og útbúgving.
Sjálvsvirðingin hjá okkum roykjarum hevði rokið í topp. Meira vit royktu, fleiri børn fingu hjálp. Vit høvdu sloppið undan mobbingini og kundu umborið okkum við, at vit royktu fyri at lítla Matambwa skuldi sleppa í skúla, og fyri at lítli Achmed skuldi hava læknaviðgerð. Sostatt kundu vit lagt eitt pedagogiskt roykteppi yvir roykivirksemið, sum eisini kundi ført til økt virksemi hjá gardinu- og selskapsroykjarunum, so stuðulin hevði vaksið enn meira!
Club 20 eitt leygarkvøld hevði virkað sum eitt slag av fjar-sanatorium, og Klubbin einsamallur kundi hildið lívið í einum hálvum hospitali í Kjadd. Ístaðin fyri at seta ?Royking Bannað?-skelti á borðini kundi Kaggin klistrað myndir av fjaradopteraðum børnum á og yvir borðini. So kundu roykjarar sitið í ?rættvísis- horninum? sum gevarar - meðan ikki-roykjararnir kundu sitið hinumegin við notoriskt ringari samvitsku, tá teir kendu roykin av gevaragleðini!
Allergikkarar, sum klaga og mjarra um tubbaksroyk, høvdu verðið illtonktir fyri gírigheit, ella at verið egosentrikarar við konstantari ringari samvitsku, meðan passivu roykjararnir sum vant høvdu verið teir sum klaga mest og rópa harðast, men gjalda minst! Teir eru og verða jú aldri annað enn snúltarar!
Nú er hann vorðin uppaftur ørari í høvdinum, hugsar onkur. Og sjálvandi er omanfyristandandi ein lítil roynd í svørtum skemti, humori, um tú vilt. Dugi bara so illa at síggja munin millum at leggja avgjøld á rúsdrekka - harav partur við lóg er ásettur at fara til viðgerð av rúsdrekkamisnýtarum - meðan sama ikki er galdandi fyri tubbak, hóast 20 ferðir fleiri doyggja av royking enn av ferðsluávum árliga.
Sat inni á eini ølstovu í Noregi tjóðardagin 17. mai í fjør. Undirlagið til ølina var ein reklama fyri ein barnahjálpargrunn. Við síðuna av borðinum var ein standari við postkortum frá Red Barnet. Í sannari gevaragleði kundu Ola og Kari sostatt fara skítfull heim við góðari samvitsku...........
Dupultmoralur? Tja.... havi eg rúsdrekkatrupulleikar, so stendur ein heilur herur av alment løntum ráðgevum og fleiri stuðlaðir stovnar klárir at taka sær av mær, pakka meg inn, geva mær nýtt støði at standa á, nýggjan samleika og ókeypis ráðgeving á mongum økjum restina av lívinum. Tosa vit um sjúku, so er tað at vera alkoholikari í dag er meira viðurkent enn at at vera giktsjúklingur.
Men havi eg esjað mær bronkiur og lungu upp, so verði eg ein líka stórur fíggjarligur belastningur fyri lungnamedisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, sum alkoholikarin verður tað fyri samfelagið annars...
Og meðan prísurin av rúsdrekka fer upp fyri at gjalda kostnaðin av misbrúkinum av sama - og alkoholikararnir liva ein dag í senn undir eftirliti av m.ø. heimsins bestu almennu trygdarskipan - so hosta tey ólekiligu víðari á B6, B7 og B8 - uttan at kenna nakra gleði av, at teirra sjálvvalda óeydna hevur verið til gagns fyri nakran sum helst.