Roykfríur skúli

Hósdagin skipa Heilsu- og umhvørvisnevndin í Klaksvíkar býráð og skúlarnir í kommununi fyri áhugaverda tiltakinum ?Roykfríur skúli?, har allir næmingar úr 6. til 10. flokk luttaka.

Klaksvík:
Á hvørjum ári verður kanning av roykivanunum hjá næmingunum gjørd, og higartil hevur roykingin víst seg at verið víkjandi. Tí er tað við stórum spenningi, at bíða verður eftir úrslitinum hesu ferð. Eftir at úrslitið av kanningini er lagt fram, fer vinnarin av Nósa Barnaprix, Ingibjørg Hansen, at syngja nakrar sangir.  Harumframt verður vinnarin av yrkingakapping avdúkaður, og skreytbløð verða handað til teir flokkar, har eingin næmingur roykir, umframt annað, sum er á skránni. Eisini fer Jákup Veyhe at avdúka ársins plakat, sum Edvard Fuglø hevur gjørt til høvið í ár.
Tað verður Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sum setur tiltakið í ár, sum verður hildið hósdagin í KFUM kl. 10.45