Á fundi hjá samstarvsnevndini hjá Postverki Føroya 26. september 2001, boðaði leiðslan frá, at avgerð er tikin um, at frá 1. november 2001, verður royking bannað í hølum og akførum hjá postverkinum
Avgerðin er tikin eftir, at spurningurin hevur verið viðgjørdur innanhýsis millum leiðslu og starvsfólk í samstarvsnevndini hjá postverkinum.
Frá 1. november 2001 verða kundar hjá Postverki Føroya sostatt avgreiddir í roykleysum umhvørvi.
Skelti, ið vísa á roykipolitikkin hjá postverkinum, verða sett upp í hølum og akførum, og postverksleiðslan vónar, at kundar og stvsfólk fara at taka væl undir við hesum.