Í dag annan hvítusunnudag verður Royal Run fyri aðru ferð í Danmark.
82.028 hava teknað til renningina í Keypmannahavn, Aarhus, Aalborg, Rønne eins og í Klaksvík í Føroyum, sum var síðsta leygardag.
##med3##
Her sæst, hvussu nógvir lutarar eru í hvørjum býi:
* Keypmannahavn/Frederiksberg: Tilmeldað eru 46.508 fólk til Royal Run í dag
* Aarhus: Tilmeldað eru 17.238 fólk til Royal Run í Aarhus.
* Aalborg: 13.148 fólk eru meldað til Royal Run í Aalborg.
* Bornholm: 1124 fólk eru melda til renningina á Bornholm.
* Føroyar: 4010 vórðu meldað til renningina í Klasví, sum var síðsta leygardag.
* Luttakarar kunnu bæði renna og ganga, og teinarnir eru ymsir frá 1,6 kilometrum (One Mile) til 5 og 10 kilometrar.
##med2##
* Fríðrikur krúnprinsu hevur fingið ein minni diskusprolaps. Hann gongur við á stuttu rutuni upp á 1,6 km í Aarhus, meðan krúnprinsessan rennur 5 km í Aalborg.
* Í Keypmannahavn og á Frederiksberg verður krúnprinsurin til staðar á annan hátt.
* 59 prosent av teimum tilmeldaðu eru kvinnu, 41 prosent eru menn.
* Tey flestu eru millum 40 og 54 ár, men tað eru eisini meldað til fólk í aldursbólkunum 0-4 ár og 90-94 ár.
* 28 prosent av teimum tilmeldaðu hava ikki runnið rørslurenning áður.
##ms##
* Millum 16 og 24 prosent av luttakarunum runnu eisini í fyrru útgávuni av Royal run, sum var 21. mai í fjør.
Kelda: Royalrun.dk.
/ritzau/