Kommunustýrið í Sermersooq Kommunu hevur góðtikið, at Royal Greenland setir fimm kinesarar í arbeiði, og harvið kann fyritøkan tryggjað sær fólk við neyðugum førleika til virkið í Paamiut ta tíðina, tá mest er at gera, sigur kringvarpið KNR.
-Vit eru sera fegin um tað jaliga svarið frá kommununi, og hetta vísir, at kommunan skilir okkara trupulleikar við vantandi arbeiðsmegi, tá mest er at gera. At vit nú kunnu seta fimm kinesarar í arbeiði ger, at vit kunnu hava støðuga framleiðslu í Paamiut, sigur Søren Olsen Damgaard hjá Royal Greenland við KNR.
Í fjør fekk Royal Greenland sær eyka grønlendska arbeiðsmegi ta tíðina, tá arbeiðið er upp á tað mesta, men hetta eydnaðist ikki serliga væl, tí fleiri av teimum settu vístu seg at vera óstøðug av persónligum trupulleikum. Fyritøkan leggur tó dent á, at hetta var minni enn so galdandi fyri øll.
-Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit nakrar kinesarar á virkinum í Qasigiannguit, og tað eydnaðist væl, so vit hava góðar royndir við kinesiskari asrbeiðsmegi, sigur Søren Olsen Damgaard.










