Royal Greenland stóra framgongd í Asia

Í Evropa gongur minni væl, tó at bretski marknaðurin hevur verið veksandi.

 

Tað hevur gingið væl hjá Royal Greenland at selja sínar fiskavørur í Asiu. Í 2018 stóð Asia fyri 30 prosentum av umsetninginum hjá felagnum, og hetta er ein vøkstur á 50 prosent eftir bert fimm árum.

Tað eru eitt nú japanskar sushi-ketur, sum hava verið við til at tryggja Royal Greenland henda vøkstur.

Leiðslan í felagnum vísir annars á, at tað serliga eru tríggir marknaðir, sum eru nógv vaksnir seinnu árini. Umframt Asia, hevur vøkstur eisini verið í søluni í Norðuramerika og Skandinavia.

Men, hevur tað gingið væl í Asiu, Skandinavia og Norðuramerika, hevur gongdin ikki verið nakað at reypa av í Evropa annars, har lutfalsligi parturin av marknaðinum er minkaður seinnu árini.

Tá ræður um Evropa, er tó vert at nevna, at umsetningurin í Stórabretlandi, máldur í donskum krónum, er vaksin átta prosent í 2018, sigur Royal Greenland í sínari ársfrágreiðing fyri farna ár.