Royal Greenland skal hava nýggjan stjóra

Eftir 11 árum sum umsitingarstjóri í Royal Greenland, hevur Mikael Thinghuus gjørt avtalu við nevndina um, at hann gevst í felagnum í summar.

 

 

 

 

Mikael Thinghuus er til reiðar at lata Royal Greenland upp í hendurnar á øðrum at reka, tá hann einaferð í summar gevst sum stjóri í felagnum.

 

Tað skrivar Sermitsiaq í dag. 

 

- Mikael Thinghuus tók við starvinum í felagnum ársskiftið 2010/ 2011 í einari tíð, tá Royal Greenland var í djúpari kreppu, bæði fíggjarliga og strategiskt, skrivar heimasíðan.

 

Sjálvur sigur stjórin, at hann er errin av tí arbeiði, sum er gjørt og sum er skapt hesi árini.

 

- Royal Greenland er í dag ein ógvuliga sterk fyritøka, sum veit, hvagar leiðin ber, og eg síggi ljóst upp á framtíðina hjá felagnum, sigur stjórin, nú almenningurin fær at vita, at hann gevst í felagnum.

 

Sambært Sermitsiaq hevði Royal Greenland sítt besta ár nakrantíð í 2021. 

 

- Fyritøkan hevur í dag næstan tvífalt so nógv starvsfólk í Grønlandi, sum fyri tíggju árum síðan, og høvuðstrupulleikin í dag er ikki arbeiðspláss, men arbeiðsmegi, leggur heimasíðan aftrat.