Leiðslan í Royal Greenland heldur ikki, at grønlendska landsstýrið eigur at taka stig til at einskilja fyritøkuna ella í hvussu er ikki enn. Í fjør hevði Royal Greenland næstan 200 milliónir krónur í halli, og forstjórin, Flemming Knudsen, sigur við kringvarpið KNR, at tað er burturvið at tosa um einskiljing, so leingi tey niðastu tølini í roknskapinum eru reyð.
Grønlendska arbeiðsgevarafelagið hevur mælt politiska myndugleikarnum til at selja privatum Royal Greenland ella í minsta lagi partar av fyritøkuni.