Tað hevur vakt ans í bretskum miðlum, at grannauppgerðin í Manchester í dag var so tannleys. Dysturin á Old Trafford millum Manchester United og Manchester City endaði í málleysum og fantasileysum javnleiki.
Ein maður, sum hevur verið avbera kritiskur, er Roy Keane. Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United er viðmerkjari hjá Sky Sports, har hann sjáldan – um nakrantíð – leggur fingarnar í millum, tá hann skal siga sína meining.
- Dysturin í dag var avbera vánaligur. Um tú hyggur eftir liðunum og dygdunum, so mugu tey vísa ein vilja at vinna. Her eru bara tvey gul kort í eini grannauppgerð. Eg havi aldrin sæð so nógv klemm og prát aftaná ein dyst, sigur Roy Keane, ið sjávur hevur roynt at verið útvístur í hesi uppgerðini.
- Eg skriði mær í nakkanum, tí eg eri so frustreraður og hugsi, “tú mást royna at vinna ein fótbóltsdyst”. Eftir dystin standa hjálparfólk og smílast og klemmast, meðan spælararnir práta saman. Farið bara í tunnilin! Eg skilji tað ikki. Alli skulu verða vinir við hvønn annan og verða væl dámdir, sigur Roy Keane og leggur afturat:
- Tá tú spælir fyri hesi feløgini, serliga Manchester United, so spælir tú fyri at vinna dystir. Ikki fyri at fáa vinir, sigur fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United.
Roy Keane heldur eisini at serliga Manchester City spældi bara fyri at spæla, og heldur fyri at oddaliðini, Tottenham og Liverpool, vísa hvussu tað skal gerast við málsøknum spæli.
Bæði Manchester United og Manchester City blivu í kvøld yvirhálaði av Everton, sum vann á Chelsea í seinasta dystinum í kvøld. Einsamallur málskjútti var íslendingurin Gylfi Sigurdsson.
1 | Tottenham | 11 | 7 | 3 | 1 | 23:9 | 24 |
2 | Liverpool | 11 | 7 | 3 | 1 | 26:17 | 24 |
3 | Chelsea | 12 | 6 | 4 | 2 | 25:12 | 22 |
4 | Leicester | 11 | 7 | 0 | 4 | 21:15 | 21 |
5 | West Ham | 12 | 6 | 2 | 4 | 20:15 | 20 |
6 | Southampton | 11 | 6 | 2 | 3 | 21:17 | 20 |
7 | Everton | 12 | 6 | 2 | 4 | 21:18 | 20 |
8 | Man Utd | 11 | 6 | 2 | 3 | 19:17 | 20 |
9 | Man City | 11 | 5 | 4 | 2 | 17:11 | 19 |
10 | Aston Villa | 10 | 6 | 0 | 4 | 21:13 | 18 |
11 | Newcastle | 11 | 5 | 2 | 4 | 14:16 | 17 |
12 | Wolves | 12 | 5 | 2 | 5 | 11:16 | 17 |
13 | Crystal Palace | 11 | 5 | 1 | 5 | 17:16 | 16 |
14 | Leeds | 12 | 4 | 2 | 6 | 17:22 | 14 |
15 | Arsenal | 11 | 4 | 1 | 6 | 10:14 | 13 |
16 | Brighton | 11 | 2 | 4 | 5 | 15:18 | 10 |
17 | Fulham | 11 | 2 | 1 | 8 | 11:21 | 7 |
18 | Burnley | 10 | 1 | 3 | 6 | 5:18 | 6 |
19 | WBA | 12 | 1 | 3 | 8 | 9:25 | 6 |
20 | Sheffield Utd | 11 | 0 | 1 | 10 | 5:18 | 1 |