Rowan spælir stovukonsert í Havn

Í annaðkvøld kl. 20.00 fer Róin Siggertsson, við kunstnaranavninum roWan, at spæla stovukonsert í Stoffalág 18 í Havn.

Í annaðkvøld kl. 20.00 fer Róin Siggertsson, við kunstnaranavninum roWan, at spæla stovukonsert í Stoffalág 18 í Havn.

Konsertin er partur av konsertrøðini F’Ljóð Stovukonsert, og verður hildin í eini hugnaligari stovu í einum privatum heimi, har opið tó er fyri almenninginum. Tey, sum elska seigan og skitnan rock, blues og indie tónleik, sum júst er tann tónleikur roWan er kendur fyri at spæla, hava nú høvi at uppliva hetta í heilt serligum, fjálgum umhvørvi.

Við sær hevur roWan Paula Magnussen á bass, gittar og kór og Brand Jacobsen á cajun og kór. Sjálvur syngur hann og skiftir ímillum at spæla á piano og gittar. Løgini, teir fara at spæla, hevur roWan sjálvur skrivað m.a. saman við Bob Dylan gittaristinum Billy Cross.

Róin Siggertsson, sum seinastu árini hevur brúkt kunstnaranavnið roWan, hevur spælt tónleik, síðani hann var smádrongur.

Onkur minnist kanska duoina Róin og Magni, og tá Róin framførdi á Asfalt í 2006. Eisini hevur hann spælt onkra Ólavsøkukonsert.

roWan var favorittur at vinna donsku kappingina Rockidoler á TV3 í 2002, men vann tó ikki. Tó hitti hann har núverandi samstarvsfelaga sín, Sune Fey, og saman stovnaðu teir rockbólkin The Bait, sum roWan hevur spælt við í nøkur ár, bæði sum sangari og trummusláari.


roWan hevur verið sjáldsamur at síggja á palli í Føroyum í mong ár. Seinastu nógvu árini hevur hann búð í Keypmannahavn. Men nú er Róin fluttur til Føroya eina tíð.

- Tá vit hoyrdu tað, skundaðu vit okkum at biða hann um koma at spæla F’LJÓÐ stovukonsert. Vit fegnast um, at hann segði ja, og vóna, at hann - umframt at spæla tónleik - eisini fer at siga áhoyrarunum eitt sindur frá síni spennandi lívsleið, sigur ein av fyrireikarunum, Elin Brimheim Heinesen.