Shanghai Automotive Industrial Corporation máttu so finna eitt annað navn. Nú eru teir komnir á kinesiska marknaðin við fyrsta við bilinum eftir keypið av MG-Rover. Talan er um ”Roewe 750”, sum er fyrrverandi Rover 75. Navnið Roewe úttalast ”Rong Wei”.
”Roewe 750” verða í fyrsta umfari bert seldir í Kina. SAIC samstarva annars við Volkswagen og General Motors á kinesiska marknaðinum.








