Einaferð - tað eru ár síðan nú - skuldi ein (1) ólukku tíðindafundur haldast um vikuna, men hesir fundir hvurvu, sum døgg fyri sól! - Okkurt ljóði úr Tinganesi tykist meira at hava stavað frá hurðum, ið gjella í lás? - heldur enn intensa sjóanin frá fólki, ið fáast við seriøst (politiskt) arbeiði! - Ella - í løtum - hetta stillið - millum ønskriligu sjarranina! Eitt stilli áður enn Hann brennur á? - Hvat er tað, hetta vit bivandi ganga og bíða eftir? - Er alt bara dottið niðurfyri? - Ella fara fram hendingar í Tinganesi, sum vit als ikki hava nakað ánilsi um? - Og kanska enn verri: Hendingar og hondfestingar, ið als ikki tola dagsins ljós? - Tí neyvan nakrantíð áður munnu føroyingar, í ein sovornan mun, hava gingið runt við einari kenslu av, at her ruggar alt ikki rætt! Alt tykist hava hingið í leysum lofti, hesi árini aftaná, at sjálvvætti sjálvvaldur hevur rátt einsamallur fyri borgum.
Meðan løgmaður (- tá hann, sbr. ideologinum, ið hugsar í rottubølum, kamikazusuecidaði niður í sítt egna reiður og soleiðis gjørdi definitivt av við sjálvan og Agnas Lovisa tískil, sum størri og minni vrakpettir, tóku at reka, runt fyri vág og vind, eru vit tá hesa tíðina, ið farin er ikki »drifta«, akkurát hagar, hesin okkara »av tilvild og misgávum valdi løgmaður« hevur viljað tað og sostatt hevur haft illa duldar ætlanir um?
At landsins mest tignarligi maður um somu tíð, sum ein »onnur rotta« tók seg niður eftir teirru sambandsku ketuni og tveitti seg so beint á bláman hevur bert gjørt sambandsku sjálvsvævingina fullkomna, tá hesin uttan tign, við einum setningi gjørdi til einkis, fleiri ársverk (uml. 120 tingmál).
Úr Grønlandi varð kravt, at okkara statsministari Poul Nyrup Rasmussen skuldi taka fyrsta fart til Grønlands, tí grønlendingar vildu hava hann at koma hagar at greiða frá, hvat tað var, ið farið var fram í sambandi við tvingsilsflytingar av íbúgvunum úr Thule, til tess, at pláss kundi fáast fyri amerikanskum vápnasystemum við kjarnorkuløðingum á grønlendskum øki.
Sagt varð í danskari pressu, at við støði í amerikanskum skjalagoymslum frá 1953, var prógvað at íbúgvarnir í Thule vóru tvingsilsfluttir. Hetta sjálvt um danska stjórnin royndi at sannføra almenningin um alt annað.
Donsk pressa skrivaði, at sakin um flytingina av Thulefólkinum neyvan nakrantíð fór at verða kannað til botns. Teir spáddu, at lok fór at verða lagt á hetta fyri danskar stjórnir so avdúkandi mál. Bæði forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen og Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, noktaðu tá at siga nakað um hesar tvingsilsflytingarnar. Teir umbóru seg og vístu til, at umstøðurnar fóru at verða kannaðar av DUPI - Dansk Udenrigspolitisk Institut.
Tað er lygn segði stjórin í DUPI, Niels Jørgen Nehring: »Tað stendur tað einki um í kommisorium, sum stjórnin hevur gjørt til okkum, at arbeiða eftir! - hesi vóru orðini!-
Beint fyri fólkatingsvalið nú seinast, var ikki mætari enn so, at næsti maður Uffa Elleman nú eisini er farin at tosa um at leggja lok á einki minni enn eitt fyri føroyingar so sera avgerandi mál, sum Bankamálið. Sjálvdan ríkur av ongum brandi! - Og hvat er tað, ið fær næstformannin í borgarliga vinstra til at málbera seg soleiðis? Hvat er tað hesin meinar við, hvat er tað hann var so hálsin her at sipa til?
Hin 24. august 1996 hevði norðmaðurin Peter M. Johansen (í norskari pressu) eina kronologiska lýsing av hendingunum, seinastu árini, millum Føroyar og Danmark. hann ger niðurstøður og setur áhugaverdar spurningar: Hann spyr m.a. um rættindini til undirgrundina vóru tveitt føroyingum, orsaka av, at danir vóru ræddir fyri oljudirektivinum hjá EF? - Hann spyr um bankakreppan - og avleiðingarnar av hesari, ikki fara at vera brúktar av donskum kapitalinteressum, til tess at tryggja danska kapitalmonopolinum atgongd til tey aktuellu olju- og gassfundini, uttan kapping frá øðrum EF londum?
Svarið - sigur hann - er ivaleyst at finna á skrivstovuni hjá Finn Normann Christensen, ið er útstationeraður í Tórshavn, av Forskningsministeriet í København!
Settur við astronomiskari gasju, sum leiðari fyri ríkisembætismenninar í Føroyum, - vísir PMJ á, at FNC hevur arbeitt intenst, saman við leiðaranum fyri Sambandsflokkin løgmanni Edmund Joensen, (Sambandsflokkurin er í forhond innlimaður størsta borgarliga flokkin í Danmark,) til tess at fáa »Heimastýri« til, at sáttmálafesta rættin hjá danska kapitalmonopolinum - til oljuressourcurnar við Føroyar. »Rapportene fra oljesøket til de danske selskapene viser, at det er meget gode funn i havgapet« - sigur Peter M. Johansen. Spyrjast kann: »Hava norskir ídnaðarnjósnarar fingið innlit í øll hesi loyniligu skjøl, sum tað ikki eydnaðist okkara Høgna Hoydal at fáa innlit í?«
Sum í Danmark, so eru tað eisini í Føroyum kapitalinteressurnar, - ið manipulera við okkara lívsleivdum! - okkara tilfeingi. Hetta megu vit sanna.
Hvør Edmund Joensen er, er ikki gott at siga? Kortspælari siga summi. Hendingarnar seinastu dagarnar tykjast staðfesta, at hesin »narcissistiki íspegilin« av Oyri í øllum førum er »jokari«! - »jú, jokari við lýt?«!
Eitt er tað, ið var. Annað er tað, sum nú galdandi.
Tað, ið hevur eykent okkum føroyingar hagartildags, er eitt nærum blint naivt - trúskyldugt - álit á alt danskt! - Eitt nærum óbrotið álit á, at danir gera ikki nakað skeivt - teir vilja okkum tað besta! - og neyvan kann tað verða komið føroyingum til hugs, at danir skulu hava havt annað, enn nettup alt tað besta í huga, í samband við Føroyar og føroyingar. Veruleikin hevur fullkomuliga endavent hesa okkara áskoðan.
Og, Danmark er ikki annað enn eitt amt í Europeiska Samveldinum, og EF-samveldið er ikki annað enn eitt kapitalistiskt rottureiður í ferð við at grava sær nýggjar smogur, nýggjar holur.
Tað tilforlátiliga, tað humana Danmark við háskúlamentan og solidariteti er farið í søguna! Eingin skal í dag bert eina løtu ivast í tí, at Føroyar og føroyingar, í dagsins Danmark, eru annað enn eitt rokniark við heilt eksaktum, knallhørðum, krøvum til linjuna niðast á arkinum.
Er ikki tíðin komin til, at vit í komandi samráðingum við danskar myndugleikar, taka við okkum professionellar? - Professionellar í kapitalistiskum transaktiónum! Tílíkar ið væl kenna til muruna á bankamonnum, ið kunnu finna uppá at siga: »Vi optræder ikke som en bankmæssig udgave af Florence Nightengale. Vi tager os betalt for vore ydelser«. Hetta so sera sigandi citatið eftir Knud Sørensen DDB, eigur tað ikki at hava ta avleiðing, at vit í samráðingum hereftirdags taka við okkum eitt lið av hesum teim mest kynisku (av hesum heimsins) Sjakalum? Eitt lið av knallhørðum kapitalistiskt skúlaðum juristum, úr Japan, Bretlandi og aðrastaðir frá, har tílíkir finnast! Professionellir - ið fyri okkara rokning og prorata avrokning - tala og vinna okkara sak?!
Eitt eru beinleiðis lygnir og villeiðingar - ófyrigeviligt er kortini um vit halda fram, at verða bláoygdir! - Serliga ikki nú alt tíðir uppá, at danski staturin hevur havt, ikki bert eina (FNC), men møguliga heilar tvær moldvørpir, í landsins skuggastjórn, har Edmund Joensen - kanska - er tann onnur, ið gnagandi hevur gingið runt í okkara egnu stovum? - Illgrunin og ákærurnar, í sb. við virksemi hjá Finn Normann Christensen, kann tykjast hava tikið form av einum rættiligum klassikara, tá ræður um »infiltratión og plantan av belastandi tilfari« Neyvan var tað ógrundað at Kj. Hoydal kravdi alt tilfarið almannakunngjørt. Gjøgnumgongdin av framferðarhættunum hjá fyrrverandi skrivstovustjóranum (FNC) í Tinganesi og serliga tað sera - ódámliga - intima sambandið og tann intensa samvinnan, hesin hevur haft við okkara pro - Eu - Edmund Joensen, eru ikki viðurskifti, ið gera, at tað blint kann lýtast á - hvørki á Tinganes, ella hin danska Statin.
Hetta seinasta verður sagt, sum ein avleiðing av hesi so sera álvarsligu ákæru, formaður fyri tingbólk Sambandsmanna á Tingi, Atli Hansen bar fram í loftmiðlunum, hetta lagnukvøldið úti á læraraskúlanum í Havn næstseinasta fríggjakvøld.
Atli Hansen segði soleiðis - citat: »?tað eru so nógv stórmal farin ígjøgnum, úti í Tinganesi, sum flokkurin einki veit um og so verður tað bara selt út (møguliga: Sent út), sum politikkurin hjá Sambandsflokkinum! - Tað verður bara sent út har úti frá og so fær man at vita (eftirfylgjandi), at Sambandsflokkurin hevur gjørt hitt og hevur gjørt hatta?! - ?Vit høvdu til dømis hetta síðsta uppskotið at hava eina ráðstevnu, í Føroyum, at viðgera Heimastýrislógina. Tað hevur verið blást út bæði her og der og klikt inn á Sambandsflokkin, at skula hava hesa ráðstevnuna?! Tað hevur ikki verið tosað um hetta í Sambandsflokkinum, í hvørtfall ikki har, sum eg havi verið, tingmanningin er so ongantíð spurd um hetta her«! citat endi.
Vit fara tískil at seta fram krav um, at virksemið hjá Edmundi Joensen, seinastu árini verður lagt undir lupp og kannað út í æsir, um somu tíð sum at møguligar bindingar, hesin persónur kann hava gjørt við onnur lond, feløg og ella einstaklingar, vegna Føroyar og føroyingar, verða dømdar deyðar at verða. Serliga eigur hetta, at fevna um seinastu tvey árini, har Edmundur Joensen, sbr. Atla Hansen, hevur gingið eina fullkomna einagongd úti í Tinganesi.
John Smith










