Rotta kostaði handli fjórðings miljón

Hetta sæst í frágreiðingini til roknskapin hjá danskari handilsfyritøku fyri farna ár, sum júst er kunngjørdur.

At SuperBrugsen í Tinglev í Danmark noyddist at lata aftur í tveir dagar í november mánaði í fjør, 3. og 4. november, kostaði fyritøkuni eina fjórðings miljón krónur í umsetningi. Hetta sæst nevniliga í frágreiðingini til roknskapin hjá fyritøkuni fyri farna ár, sum júst er kunngjørdur.

 

Orsøkin til, at SuperBrugsen noyddist at hava stongt í hálvt triðja samdøgur í 2017, var, at ein rotta var komin inn í handilin. Figgjarligu avleiðingarnar av, at handilin noyddist at steingja, eru uppgjørdir til at hava kostað fyritøkuni 250.000 krónur í umsetningi.

 

Nevndarformaðurin, Hans Jørgen Hansen, er tó vælnøgdur við úrslitið í fjør sum merkir, at Tinglev Brugsforening annað árið á rað hevur megnað at komið við avlopi - í fjør við 348.000 krónum og árið fyri við 671.000 krónum.

 

- Úrslitið í fjør kundi havt verið betri, um handa rottan ikki hevði verið, men vit eru nøgd kortini. Tað er gott, at vit hava avlop aftur, eftir at skútan hevur ligið tyngri í sjónum eini 4-5 ár frammanundan, sigur nevndarformaðurin.

 

Tað eru danskir miðlar sum bera hesa sjáldsomu søgu í dag.