Ross skal giftast

David Schwimmer ið leikti Ross Geller í 10 sesongir í sjónvarpsrøðini ?Vinir?, skal giftast við Zoe Buckman, ið hann hevur verið í parlagi við í 3 ár.

 

Parið møttist fyri trimum árum síðani, tá ið Schwimmer var í London og innspældi filmin ?Run Fatboy Run?.

Í mun til sjónvarpsrøðina hevur David Schwimmer ongantíð verið giftur áður. Tað hevur komandi brúðurin heldur ikki. Tað er væl skiljandi tá ið hon er 24 ára gomul og Schwimmer er 43.

 

Útyvir at planleggja brúdleypið skal Schwimmer í nærmastu framtíð innspæla filmin ?Trust? har Clive Owen skal leika høvuðsleiklutin.

 

Tað er enn ikki sett dagfesting á brúdleypsdag teirra.